Streymur legði Kringvarpið lamið

Seinnapartin fekk Kringvarpið trupulleikar við streymviðurskiftunum og tað hevur lagt Kringvarpið lamið.

 

Tað merkir, at sendingarnar á skránni, kundu ikki sendast, heldur ikki tíðindini nú klokkan 18.

 

Kringvarpið boðaði frá, at arbeitt varð við málinum og so skjótt, alt varð í lagi aftur vórðu regluligu sendingarnar tiknar upp aftur.

 

Men til tá sendi Kringvarpið bara tónleik og tað bar ikki til at siga, nær streymurin fekst í rættlag aftur.