Streymtrot í Kina

Maskinurnar á nógvum kinesiskum verksmiðjum standa javnan stillar, tí tær fáa ongan streym, skrivar tíðarritið Business Week.

Ein talsmaður hjá vinnulívinum sigur við tíðarritið, at í summar fara ímillum 30 og 35 milliónir kilowattímar at resta í, og tað er nógv meiri enn seinasta summar, sigur hann. Streymtrotið ger, at verksmiðjur í 24 landspørtum standa stillar bæði ein og tveir dagar um vikuna.

Kina hevur havt sera stóran búskaparvøkstur tey seinastu árini, og tað er helst orsøkin til, at elverkini megna ikki at nøkta tørvin. Eitt annað er, at tey seinastu árini eru alt fleiri kinesarar fluttir inn í býirnar at búgva, og tað hevur eisini økt um streymnýtsluna. Ein triði trupulleiki er, at jarnbreytarkervið er ikki ført fyri at flyta alt kolið, sum orkuverkini brúka. Umleið tveir triðingar av kinesisku elorkuni eru frá kolverkum.