Streymslitið órógvaði internetið

Streymslitið í meginøkinum týskvøldið óógvaði internetútgerðina hjá Føroya Tele, men Páll Viberg Joensen, leiðari á internetdeildini vissar um, at nú er í lagi aftur

Hóast fleiri viðskiftafólk hjá Føroya Tele við uppringdum sambandi til internetið gremja seg um, at tað ofta næstan er ógjørligt at fáa samband við internetambætaran um kvøldarnar, vissar Páll Viberg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele um, at fleiri mótald allatíðina eru til taks, og tískil skuldi altíð borið til at fingið samband við internetið.

Páll Viberg Joensen vísir á, at Føroya Tele í løtuni hevur rúmd fyri fleiri internetbrúkarum enn tað veruliga eru í Føroyum, og so hvørt talið av brúkarum hækkar, styrkir Føroya Tele um orkuna, soleiðis, at orka og rúmd er fyri enn fleiri brúkarum. Tískil eigur tað altíð at bera til at fáa samband við internetið.

? Tað kann vera, at onkur hevur havt trupulleikar við at fáa samband mikukvøldið beint eftir streymslitið í meginøkinum. Hetta komst av, at streymslitið órógvaði útgerðina hjá okkum eitt sindur. Men talan var ikki um stórar trupulleikar. Tað einasta, ið bagdi, var, at øll útgerðin ikki startaði aftur beinan vegin, sigur leiðarin á internetdeildini.


Nógv ferðsla til Danmarkar

Páll Viberg Joensen sigur, at ferðslan eftir internetinum til Danmarkar allatíðina er í ógvuliga nógv, men hann vísir á, at hetta tó ikki eigur at ávirka vanliga brúkaran. Einastu trupulleikarnir, standast kunnu av hesum, eru, at tað kann vera trupult at senda stórar fílur millum londini bæði.

Men ætlanin er at dagføra internetsambandið til Danmarkar. Leiðarin á internetdeildini hjá Føroya Tele sigur, at um tvær vikur hava vit eina 4 megabit linju millum Føroyar og Danmark.


Fylgja við sjálvi

Aðrastaðni, til dømis í Danmark, hava fólk sjálvi møguleika at fylgja við, hvussu ferðslan á internetambætaranum er. Sum er, er tað bert Føroya Tele, ið fær fylgt við ferðsluni í Føroyum, men Páll Viberg Joensen sigur, at um ikki so langa tíð fer tað at bera til hjá øllum internetbrúkarum í Føroyum at fylgja við ferðsluni og trýstinum á Olivant, og sostatt kunnu tey sjálvi síggja, um nakað er galið.

Páll Viberg Joensen endar við at siga, at hann ikki skilir, at fólk hava trupulleikar at fáa samband við internetambætaran hjá Olivant um kvøldið, tí ofta eru heilt upp til 100 mótald, ið ikki verða brúkt. Men Páll Viberg Joensen vísir á, at tey, ið hava trupulleikar at sleppa á netið, skulu siga internetdeildini frá, og síðani verður málið kannað.