Streymslit vestanfyri

Streymurin er farin í Miðvági, Sandavági, Kvívík, á Stykkinum og í Leynum í morgun, sigur Eirikur Norðberg, vakthavandi á SEV við Miðlahúsið.

 

Orsøkin til streymslitið er illveðrið, sum rakti landið tíðliga í morgun. Nógvur klaki er lagstur á linjurnar í hæddunum, og tí er streymurin farin.

 

- Fólk eru á veg at loysa trupulleikan. Ætlanin er at kobla um, og vit vænta, at innan ein tíma hava tey allarflestu, um ikki øll, fingið streymin aftur, sigur Eirikur Norðberg.