Fyri løtu síðani mistu allir suðringar streymin.
Av SEV verður sagt, at tað eru trupulleikar á sjálvum Vágsverkinum. Vágsverkið veitir allari oynni streym, og tí er streymurin farin um alla oynna.
- Teir eru longu farnir undir at starta skipanina upp aftur, so streymurin verður aftur innan 20 minuttir, boðar SEV frá.