Sjónvarpshyggjarar kring alt Europa ilskaðust, tá skíggin brádliga gjørdist svartur, meðan hugt varð at hálvfinaluni millum Týskland og Turkaland mikukvøldið. Tað vísti seg, at feilur var í el-veitingini hjá sveisisku fyrireikarunum, og at back-up skipanin ikki var nóg góð. Og hetta fekk øði í UEFA-forsetan, Michel Platini, sum vildi hava at vita, hvat gekk fyri seg. Brekið varð síðani rættað, men tað er lítið at ivast í, at reyð oyru eru at hóma millum fyrireikararnar í hesum døgum.










