Streymslit órógvaði

- Tað er kostnaðarmikið at hava arbeiðsfólkið gangandi fyri einki, tá ið streymslit er, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari á Fiskavirking í Saltangará

Fiskivinna

Tað órógvaði arbeiði á Fiskavirking í Saltangará, at streymurin fór kl. 14.45 seinnapartin mikudagin. Umleið kl. 16 kom streymurin aftur, men tað var stokkut ? so var hann burtur aftur.
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at hann avgjørdi at lata fólkið fara heim, tá ið streymurin fyrst kom og síðan fór avstað aftur.
- Tað kostar okkum 13.000 krónur um tíman at hava fólkið gangandi fyri einki. So, her var einki annað at gera enn at lata fólkið fara heim, sigur hann.


Nógvur fiskur

Í vikuni hevur Fiskavirking í Saltangará keypt nógvan fisk.
Hósdagin landaðu Vesturtúgvan og Safir í Saltangará. Teir høvdu sløk 100.000 og 120.000 pund í part.
Fyrr í vikuni landaðu eisini Jaspis og Ametyst. Báðir vóru fullir undir lúkurnar. Ametyst landaði á Snodd á Toftum, og Jaspis landaði í Saltangará. Teir høvdu umleið 240.000 pund tilsamans.
Hósdagin keypti virkið í Saltangará eisini 120.000 pund frá P/F Beta.
Ein partur av fiskinum hjá trolarunum er farin til onnur virkir hjá Fiskavirking.
- Vit hava ríkiligt av fiski til alla hesa vikuna og helst fram til týsdagin eisini, sigur
Jason Johannesen, virkisleiðari.