Nógvi vindurin í morgun hevur elvt til streymslit í Suðuroynni.
Um trý korter til tíggju í morgun fór streymurin í Suðuroynni. Sambært SEV er orsøkin ringa veðrið har suðuri í morgun. Talan er tó ikki um stórvegis brek ella skaða, og SEV boðar frá, at teir eru farnir undir, at seta skipanina í gongd aftur. Streymurin verður væntandi aftur um 20 minuttir. Orsaka av streymslitinum, hava onkrir skúlar á oynni niðurlagt undirvísingina fyri dagin og sent børnini heim.
Nógvur vindur er í sunnara parti av landinum.
Landsverk boðar frá kolandi stormi á Sandoynni, og at stormur er í Porkeri og á Krambatanga. Í Skopun boðar Landsverk frá hvøssum vindi, meðan í Hvalba er andøvsgul. Í hvirlunum er upp í 40 metrar um sekundið í Porkeri og á Sandoynni, sambært Landsverk frá.