Streymslit kring stóran part av landinum

Bara Suðuroyggin og Vágar hava streym í løtuni.

Á Sandi er streymurin farin. 

 

Tað sama er í Suðurstreymoy, Norðoyggjum og sunnara parti av Eysturoynni. 

 

Hjá Sev hava tey ikki stundir at greiða gjølla frá, hvat hent er, tí telefonirnar ringja á tamb har, sum vera man. 

 

Men sum skilst er streymslit og í øllum førum 1-2 tímar ganga, áðrenn streymurin kemur aftur. 

 

 

In.fo fylgir málinum.