Streymslit kring landið

Í næstu viku fer rakstrardeildin hjá SEV at gera viðlíkahaldsarbeiði á trafostøðunum kring landið. Tá verður streymslit í løtum. Jón Nielsen, leiðari á rakstrardeildini hjá SEV, sigur við heimasíðuna hjá SEV, at í hesum sambandi verður neyðugt at bróta streymveitingina av í styttri tíðarskeiðum í teimum økjum, har arbeitt verður.

- Sagt verður frá í kunngerðum í loftmiðlunum, nær og í hvørjum økjum, streymveitingin verður brotin av, sigur leiðarin á rakstrardeildini.