Fleiri býarpartar í russiska høvuðsstaðnum Moskva liggja í streymloysi, eftir at illveður við heglingi og regni hevur slitið elveitingina nógvastaðni. Eitt nú fór streymurin í altjóða Domodedovo-floghavnini, sum avgreiðir umleið 55.000 ferðafólk um dagin.
Býarmyndugleikarnir siga, at streymurin kemur ikki aftur fyrr enn einaferð í kvøld.
Tað hevur verið lutfalsliga lýtt í Moskva um jólini, og tað óvanliga lýggja veðrið hevði bæði storm og grov heglingsæl við sær.
Ein sjónvarpsstøð sigur, at býurin er sum ein stór skoytibreyt, og myndugleikarnir hava mælt fólki frá at fara út fyri dyr, uttan so at tað er sera umráðandi.