Streymkortini eru lívshættisligStreymkortini eru lívshættislig

Heiðrikur Christiansen og aðrir komu í havsneyð ein dag í Skopunarfirði, tí rákið var beint øvugt av í, sum streymkortið í Skipalistanum segði

- Hereftir líti eg ikki á nakað streymkort. Eg lurti heldur eftir útróðrarmonnum á staðnum.
Hetta sigur Heiðrikur Christiansen í Havn.
Hann hevur arbeitt fyri Føroya Tele sum kavari at umvæla kaðalar.
Ein dagin seinasta summar vóru teir við einum lítlum báti suður úr Hælinum á Hestoynni og inn í Skopunarfjørð.
- Vit hugdu væl og virðiliga í Skipalistanum eftir, nær kyrrindi vóru, og vit vóru á staðnum eitt korter frammanundan, sigur Heiðrikur Christiansen.

Panikkur
Men so fór at reka beint øvugt av tí, sum stóð í streymkortinum.
Teir høvdu gjørt fast millum bátin og eina boyu, og har var einki annað at gera enn at kappa. Teir fingu ikki loyst.
- Tá var panikkur í. Tað rak so hart, at økslin kom niður í sjógvin, tá ið vit kappaðu, sigur Heiðrikur Christiansen.
Tá ið teir komu aftur til Havnar, fór Heiðrikur at kanna eftir, hvat streymkortið, hann hevði brúkt, segði. Jú, hann hevði hugt rætt.
- Eg havi altíð litið fult og heilt á streymkort, men tað geri eg ikki longur. Tað er skjótt at koma illa fyri, sigur Heiðrikur Christiansen.
Síðan ta hendingina hevur hann verið við til at arbeitt upp á kaðalin einastaðni millum Lítlu Dímun og Hvalba.
Av ringum royndunumm av streymkortunum ráðførdi hann seg tá við staðkønar útróðrarmenn.
Spurningurin um óálítandi streymkortini var uppi at venda, og teir vóru samdir í, at vandi kann standast av skeivum streymkortum.
Meira enn ein tíma kann vera á muni á streymkortinum í Skipalistanum og tí í Álmnakkanum.