Tað var Petra Hildigunn Eystberg í Skopun, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum.
Høvuðsvinningurin var á 250.000 krónur, og hon valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 85.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, men her valdi Petra Hildigunn Eystberg at gera eina roynd aftrat.
Og tað gjørdi hon so púra rætt!
Í aðru royndini steðgaði hjólið á gula leypinum við 85.000 skattafríum krónum í.
- Hetta var alle tiders, virkuliga gott, vóru orðini hjá Petru Hildigunn Eystberg í Skopun, sum takkaði fyri góða vinningin.











