Stress fyri 8 mia kr.

Stress kostar donskum vinnulívi og statinum á leið 8 mia kr. um árið. Tað skrivar danska Børsen. Sagt verður, at hvønn dag eru 35.000 danir sjúkrameldaðir við stress sum grundgeving. Fyri vinnulívið er tað sjálvandi ein forðing fyri vøkstri, og tí verður nú lagt upp til, at virkisleiðslurnar skulu duga betri at broyta gerandisdagin hjá starvsfólkum sínum.