Til fyri fáum árum síðani gingu børnini í Oyndarfirði í framhaldsdeild á Strondum.
Men eftir at Oyndarfjørður fór upp í Runavíkar kommunu, eru hesi børn í staðin fyri farin at ganga í framhaldsdeildini í Runavíkar skúli.
Nú er aftur vandi fyri, at Stranda skúli fer at missa næmingar í framhaldsdeildini. Runavíkar býráð hevur nevniliga samtykt, at næmingar á Skála framyvir skulu ganga í framhaldsdeild í Runavík.
Gongur út yvir trivnaðin
Sum hjá flestu skúlum minkar næmingatalið í Stranda skúla, og koma næmingar ikki av Skála á Strendur at ganga í skúla, minkar flokkurin.
- Tá ið næmingatalið í einum flokki minkar nógv, kann tað ganga út yvir trivnaðin hjá næmingum. Tað kann henda, at ein næmingur út av fleiri ikki finnur seg til rætt rættis millum hini, sigur Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri í Stranda skúla.
Stýrið fyri skúlan gjørdi eitt álit um nýggjan leist fyri øktum samstarvi millum skúlarnar á vestara armi. Hesum hevur Stranda kommunustýri tikið undir við.
Lagt verður upp til, at barnaskúli skal vera á Skála, og mið- og framhaldsdeild á Strondum.
Strandingar halda hesa loysnina vera so upplagda, tí tað hevur altíð verið tætt samstarv millum Skála og Strendur. Eitt nú hava næmingar av Skála luttikið í ítróttartiltøkum á Strondum. Skulu næmingar á Skála ganga í framhaldsdeild í Runavík, er vandi fyri, at tey fara at velja at fara til Runavík at íðka ítrótt.
Fyri at fáa uppskotið hjá strandingum í gjøgnum noyðist býráðið at broyta avgerðina um at taka næmingar av Skála til sín í framhaldsdeild.
Hans Petur Jacobsen vónar, at Runavíkar kommuna tekur undir við einum slíkum skúlasamstarvi tvørtur um kommunumark.