Næst seinasta leygardag varð skipað fyri serligum trivnaðardegi á Strondum. Her varð trivnaðurin í kommunu, familju og kirkju viðgjørd.
Á degnum varð eitt spurnarblað út, har tey hundraðtals fólkini skuldu svara nøkrum spurningum. Íalt komu 149 svar inn.
Millum spurningarnar var ein um, hvørt Sjóvar kommuna skal samstarva ella leggja saman við grannakommununum.
Her var støðan hjá teimum spurdu púra greið. Í fyrsta lagi søgdu tey flestu, at tað er týdningarmikið at kommunan samstarvar við grannakommununar.
Men hugurin at leggja saman við grannakommunum er ikki eins stórur og hugurin at tær skulu samstarva. Tað er tó ein greiður meiriluti sum metir hetta hava stóran týdning og eru nøgd, um ein fer undir eina slíka tilgongd.










