Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika útstykkingina av teimum 23 grundøkjunum í Lánni. Nú er arbeiðið komið so mikið langt, at hesi økini eru lutaði millum 23 tey fyrstu á bíðilistanum hjá Sjóvar kommunu.
Eftirspurningurin eftir grundøkjum er stórur, og tí hevur kommunan ásett, at ítøkiligar ætlanir um byggingin skulu verða klárar hálvt ár seinni. Haraftrat er ásett, at hálvtannað ár eftir tillutan av grundøkinum, skulu sethúsini verða bygd.
Prísurin fyri grundøkini er settur til 200 krónur fyri fermeturin.
Hinvegin skilst, at kommunan má aftur í listan av umsøkjarum til grundøkini. Mong hava skrivað seg upp, men síggja seg óivað ikki før fyri at fara undir bygging av sethúsum í Lànni beint nú.