Strendur fáa fipurnet

- Arbeiðið kemur at taka nakrar mánaðir, siga tey í Sjóvar kommunu.

- Net fer nú at grava kaðalveitir eftir vegunum á Strondum til at leggja fiburkaðlar í. 

 

Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag. 

 

Á heimasíðuni hjá kommununi - www.sjovar.fo - sæst kort, sum vísir, hvar grivið verður.  

 

Fiburnet verður síðani lagt inn í øll hús á Strondum.

 

- Fólk frá Net koma næstu mánaðirnar at spyrja í øllum húsum, hvar kaðalin skal leggjast inn í húsini.

 

Lagt verður aftrat, at tá arbeiðið er liðugt, verður koparnetið, sum verður brúkt í dag, tikið úr brúk, og fiburnetið tekur yvir. 

 

Arbeiðið kemur at taka nakrar mánaðir.

 

Í Sjóvar kommunu heita tey á ferðandi um at vísa atlit til tey sum gera arbeiði og at koyra varliga.

 

##med2##