Nógvir føroyingar kenna bert Strendur sum bygdina, tú mást koyra ígjøgnum fyri at koma til eina av hinum bygdunum í Sjóvar Kommunu, Selatrað, ið er eitt vælumtókt ferðamál.
Hesa hugmyndina av Strondum vilja bygdafólkini fegin broyta. Í januar skipaði kommunan fyri einum sokallaðum trivnaðardegi, har fólk komu saman fyri at umrøða trivnaðin í kommununi. Her var samstundis høvi til at svara spurningum um livikorini í bygdunum í Sjóvar Kommunu.
Arthur Johansen, borgarstjóri, er sera væl nøgdur við úrslitið av trivnaðardegnum.
- Hesin dagurin setti veruliga ljós á trivnaðin í kommununi, haldi eg, tað ber til at siga. Nógv hava vent sær til mín fyri at hoyra, hvussu tey kunnu koma í gongd við at fríðka umhvørvið í teimum ymsu grannaløgunum. Ætlanin er, at kommunan skal lata tilfar, og so skulu borgararnir koma við hugskotum og lata neyðugu arbeiðsorkuna til at fáa tingini gjørd, sigur Arthur Johansen.
Hann vísir á, at tey ymsu uppskotini sjálvandi skulu viðgerast og góðkennast av kommuni, so ein ávís stýring og skil er á tí, sum verður gjørt.
- Nógvir sjómenn eru í kommununi; eisini uppilagstir, og fleiri av teimum hava víst stóran áhuga fyri at vera við í arbeiðinum at fríðka um kommununa. Hesa stóru arbeiðsorku eiga vit at gera nýtslu av í strembanini eftir at økja um trivnaðin í kommunini, sigur borgarstjórin.
Á trivnaðardegnum varð kjakast um, hvussu arbeiðast kann fram ímóti at lata meira upp fyri fremmandafólki og harvið lokka fleiri tilflytarar til kommununa.
- Nógv hava kanska ta fatan, at Strendur er ein afturlatin og konservativ bygd. Gamaní hava vit – eins og aðrar bygdir – okkara stóru familjur og bindiklubbar, sum kunnu tykjast at hava nóg mikið í sær sjálvum. Kanska er tørvur á at arbeiða fyri eini hugburðsbroyting millum okkum bygdarfólk. Vit vildu tí fegin hoyra frá onkrum av teimum, sum eru komin uttanífrá, hvussu tað er at koma her sum fremmandur. At seta orð á hendan spurningin fingu vit okkara nýggja prest á Gjaranesi, og tað eydnaðist væl, sigur Arthur Johansen.
Vilja menna ferðavinnuna
Borgarstjórin á Strondum vísir á, at sum framhald av trivnaðardegnum kom tað sum kallað, at Sámal Bláhamar, sum eigur Toru Tourist, vendi sær til teirra við hugskotum um, hvussu ferðavinnan í kommununi kann mennast.
Einasta spunavirkið í landinum, Snældan, liggur á Strondum. Hetta er eitt upplagt ferðamál, har ferðafólk eisini hava møguleika fyri at leggja nakað eftir seg, heldur Sámal Bláhamar.
Hann greiðir frá, at tað var av tilvild, at hann kom at hugsa um Strendur sum ferðamál.
- Eg møtti Jacob Haugaard, sum er hálvur føroyingur, í Kastrup, og hann legði til merkis, at eg var í eini morreyðari troyggju. Eina slíka hevði hann átt og kundi fegin hugsa sær at fingið hendur á einari aftur. Eg fór tí ein túr inn til Snælduna á Strondum og greiddi teimum frá prátinum við Haugaard. Tað var leyst og liðugt, eg fekk eina troyggju við mær suður aftur og sendi hana niður til hann. Undir vitjanini á Snælduni fekk eg tað hugskotið, at hetta mátti vera eitt upplagt mál hjá ferðavinnuni at vitja, sigur Sámal Bláhamar.
Hann heldur, at sum í nógvum øðrum bygdum í Føroyum, er fult av støðum og lokalari orku, sum kann nýtast til at menna eitt nú ferðavinnuna.
- Ein kann sammeta tað við, at her eru nógvar góðar rávørur til eina góða køku. Tað er bara at fara undir at baka, sigur Sámal Bláhamar.
Hann setti seg tí í samband við borgarstjóran, ið tók sera væl ímóti hugskotinum at seta Strendur á ferðavinnubreddan.
- Ongin okkara hevur tosað nakað um pening, tí tað snýr seg í nógv størri mun um at fáa sett nakað í gongd við teimum kreftum, sum finnast á staðnum, sigur Sámal Bláhamar. Hugskotini eru nógv. Ikki einans hevur Strendur einasta spunavirkið, men somuleiðis einasta málingavirkið í landinum. Eitt av hugskotunum er at lata skúlanæmingar fara undir at mála bygningarnar hjá Snælduni, og at Stranda Máling letur máling til ein lagaligan kostnað.
Keypa fløskur til kelduvatn
Ein onnur ætlan er at nýta Effo-støðina sum eitt slag av móttøku fyri ferðafólk. Støðin er nakað av tí fyrsta, ein fær eygað á, tá koyrt verður til Strendur.
- Ætlanin er at seta eitt stórt skelti upp á norðara húsaveggin, har víst verður til, at kunning um økið kann fáast inni á støðini. Her ber sjálvandi til at keypa ymiskt, og eisini er eitt stórt rúm aftanfyri, har fólk kunnu njóta eitthvørt til matna ella drekka. Ella bara hvíla seg, sigur Sámal Bláhamar.
Strendur er somuleiðis kent fyri gott kelduvatn. Eisini her hevur “the grand old man” innan føroyska ferðavinnum fingið eitt gott hugskot.
- Tað skal bera til at keypa eina tóma fløsku frá Føroya Bjór fyri so og so nógv í panti, og síðani fylla sær hana við kelduvatni úr eini slangu, sum liggur fram við Selatraðsvegnum, sigur Sámal Bláhamar.
Æltanin er, at næmingar úr skúlanum á Strondum skulu tekna eina etikett, sum verður sett á fløskurnar til kelduvatnið. Um tey vitjandi ikki taka fløskuna heim við sær, fáa tey pantið aftur við at lata fløskuna innaftur.
Fleiri fornminni
Strandingar stovnaðu fyri umleið tveimum árum síðani eitt fornminnisfelag, ið er sera virkið. Eitt av gomlu húsunum á Strondum er handilin á Sjóvarhøvda, sum Niels Jacob Nielsen, reiðari, eigur. Umframt at sjálvur bygningurin er áhugaverdur, eru rættiliga nógvir lutir og innbúgv, sum eru verd at varðveita. Tað fer tó at taka nakað tíð og orku at seta alt í stand, men tað eru ætlanir um skjótast at fáa sett gongd á hetta arbeiðið.
Somuleiðis er Sjóvar Kirkja, ið er ein av teimum størru svørtu trækirkjunum her á landi, avgjørt eina vitjan verd.
Strendur liggur ytst á vestaru síðu á Skálafjørðinum, og tí var bygdin týdningarmikil hjá bretska hervaldinum undir seinna veraldarbardaga. Nógvar leivdir standa eftir frá teirri tíðini, ið eru áhugaverdar at hyggja nærri at.
Sostatt hevur Strendur nógv at bjóða ferðafólkum, eins og teimum føroyingum, ið kundu hugsa sær at lagt leiðina hagar.
Fakta
Sjóvar Kommuna fevnir um bygdirnar Innan Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað. Til kommununa hoyra umleið 70 merkur í jørð. Í januar búðu 975 fólk í Sjóvar Kommu, og skattainntøkan í 2010 var 23,4 mió. krónur. Hvussu gomul Sjóvar sókn er, ber ikki til at staðfesta, men helst gongur hon aftur í 15. øld. Navnið Sjóvar sókn kemur av býlinginum við Sjógv á Strondum, har kirkjan stendur. Frammanundan hesi kirkjuni, ið varð bygd í 1834, hava kirkjur staðið har í fleiri hundrað ár, ella so langt aftur søguligar keldur røkka. Kirkjan við Sjógv var einasta kirkjan í sóknini heilt upp til okkara tíð. Á Selatrað kom kirkja í 1927.
(kelda: sjovarkommuna.fo)










