Fríggjadagin handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í undirvísingarmálum, Bjørn Kalsø, úrslitini av eini kanning um happing millum føroysk skúlabørn.
Bjørn Kalsø gleðist um, at mentamálaráðið nú hevur fingið eina dagføring av kanningini frá 2007, við nýggjum tølum. Hann hevði tó vónað, at tølini sóu eitt vet bjartari út.
- Kanningin vísir ein bata í mun til seinastu kanning og tað eri eg ómetaliga glaður um, men samstundis ørkymlar tað meg, at hóast hesar glottar, framvegis eru børn, sum vera útihýst úr felagsskapinum, sigur hann.
Landsstýrismaðurin vísir á, at hesi tølini eru ájøvn við tey í londunum runt okkum, men viðmerkir, at tað er sum so einki barometur.
- Vit skulu ikki finna okkum í, at nakar føroyskur skúlanæmingur verður happaður ella útihýstur. Her skulu vit stremba fram móti eini 0-hugsjón, sigur hann
- Eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast at fingið hesa kanning. Fari at taka kanningina í størsta álvara og fari nú beinanvegin at seta arbeiðsbólkin og fylgibólkin saman at arbeiða víðari við teimum átøkum, sum skotið er upp, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum eisini fegnast um, at tilráðingarnar frá arbeiðsbólkinum ikki fara at kosta tað stóra at seta í verk.
- Vónandi verður gjørligt hjá mentamálaráðnum at gera slíkar kanningar við jøvnum millumbilum, sigur landsstýrismaðurin at enda.
Les meiri um kanningina í Sosialinum, sum kemur út í dag.










