Streingjakórið á Skála 40 ár

Streingjakórið í Meinigheitshúsinum á Skála varð stovnað í 1979 og hevur verið virkið uml. 30 av hesum 40 árunum. Umleið 20 sangarar hava sungið við í miðal, fleiri av teimum hava verið við alla tíðina. Manningin er góð í løtuni og tey eru í góðari venjing.

Kórið hevur tilsamans sungið meira enn 500 ferðir á 49 ymiskum støðum og hevur vant umleið 150 ymiskar sangir.

Í hesum sambandi bjóðar kórið í dag, sunnudagin 16. februar kl. 17,  til alment 40 ára hátíðarhald í Meinigheitshúsinum á Skála.

Á skránni er m.a.:
Sangur, andakt, hugleiðingar, heilsanir og afturlítandi filmsklipp og nátturðabiti.

Heitt verður á fyrrverandi og núverandi sangarar í Streingjakórinum um at møta kl 16, so venur kórið  2 kendar sangir, sum kórið framførur til hátíðarhaldið.