Dominique Strauss-Kahn, fyrrverandi stjóri í Altjóða Gjaldoyragrunninum, roynir nú at fáa eina semju við kvinnuna, sum hevur ákært hann fyri ágang á einum hotelli í New York. Blaðið New York Times skrivar, at sakførararnir hjá Strauss-Kahn og Nafissatou Diallo hittast í rættinum í næstu viku at tosa um eina semju.
Gølan byrjaði á vári í fjør, tá kvinnan skuldsetti táverandi IMF-stjóran fyri kynsligan ágang á Sofitel-hotellinum á Manhattan. Amerikanska løgreglan tók Strauss-Kahn, men hon slepti málinum, tí ivi var um trúvirðið hjá kvinuni.
Men Nafisatou Diallo gavst ikki so. Hon stevndi Dominique Strauss-Kahn fyri tað, sum rætturin kallar ógvusligan ágang, og tað er hetta málið, sum fyrrverandi IMF-stjórnin nú roynir at fáa eina semju um.
Gølan noyddi Strauss-Kahn at siga stjórastarvið í Altjóða Gjaldoyragrunninum frá sær, samstundis sum hann misti møguleikan at stilla upp fyri sosialistarnar á forsetavalinum í Fraklandi í vár.










