Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn royndi í dag til fánýtis at sleppa undan einum rættarmáli, har hann er ákærdur fyri at hava verið uppi í einum kervi, sum leigaði øðrum gentur til kynsliga samveru.
Tað er rætturin í norðurfranska býnum Lille, sum viåðger málið, og rætturin kunngjørdi í dag, at málsvirðgerðin heldur fram. Verjarnir hjá Strauss-Kahn svaraðu, at teir fara at leggja avgerðina fyri ein hægri rætt.
Dominique Strauss-Kahn hevur annars havt úr at gera, síðani hann noyddist at siga stjórastarvið í Altjóða Gjaldoyragrunninum frá sær. So seint sum í síðstu viku noyddist hann at gera semju um endurgjald til eina kvinnu, sum hevði ákært hann fyri kynsligan ágang á einum hotellkamari í New York. Tað var hetta málið, sum noyddi Strauss-Kahn úr IMF-stjórastarvinum.
Hinvegin er tað ikki líkt til, at Strauss-Kahn sleppur burtur úr rættarmálinum í Lille við einari semju.