Fransmaðurin Dominique Strauss-Kahn, sum var stjóri í Altjóða Gjaldoyragrunninum, biður nú fjølmiðlarnar geva sær frið. Tað sigur hann við franska blaðið Le Point, sum hevur fingið orð á hann.
-Eg eri ongantíð dømdur fyri nakað, hvørki í Fraklandi ella aðrastaðni, og tí er einki, sum kann rættvísgera, at fjølmiðlarnir jagstra meg soleiðis, sigur hann við blaðið.
Dominique Strauss-Kahn hevur verið partur av fleiri gølum, hóast hann ongantíð er dømdur. Eitt nú skuldsetti ein kvinna hann fyri kynsligan ágang á einum hotelli í New York, men málið varð slept, tí løgreglan hevði ikki álit á kvinnuni. Hann er eisini tengdur at einum máli í Fraklandi um skøkjulevnað, og har er hann eisini lagdur undir kynsligan ágang.
Nú heldur fyrrverandi IMF-stjórin seg hava fingið nóg nógva umrøðu í fjølmiðlunum.
-Gevði mær nú frið, sigur hann við Le Point.