Strauss-Kahn fær stuðul frá konuni

IMF-stjórin, Dominique Strauss-Kahn, noktar seg sekan í skuldsetingini um kynsligan ágang og neyðtøkuroynd í USA, og hann fær fullan stuðul frá konu síni, Anne Sinclair. Hon er sannførd um, at maður hennara er ósekur.

-Eg trúgvi hasum als ikki, og eg eri ikki í iva um, at dómsvaldið fer at koma til ta niðurstøðu, at hann er ósekur, sigur Anne Siclair. Sjálv er hon fødd í USA, og heima í Fraklandi er hon kend sum sjónvarps- og útvarpskvinna.

Eygleiðarar í París siga, at skuldsetingarnar ímóti tí 62 ára gamla Dominique Strauss-Kahn eru einki minni enn ein politisk bumba. Kahn skuldi eftir ætlanini stilla upp fyri sosialistarnar til franska forsetavalið næsta ár og varð hildin hava góðar møguleikar at vinna.

Michel Taubmann, sum hevur skrivað eina bók um Strauss-Kahn, segði í dag, at vísir tað seg, at skuldsetingarnar ímóti honum eru ógrundaðar, fer tað uttan iva at styrkja støðu hansara sum forsetavalevni.