Strauss-Kahn aftur til avhoyringar

Løgreglan í franska býnum Lille fer í morgun undir at avhoyra fyrrverandi IMF-stjóran Dominique Strauss-Kahn, sum er skuldsettur fyri at hava verið við í hugnaligum løtum saman við skøkjum á einum hotelli í tí norðurfranska býnum.

Málið er sera umfatandi. Tað snýr seg um rættiliga lívligt virksemi við fleiri luttakarum á hotellinum Carlton, og sambært fronskum fjølmiðlum var Dominique Strauss-Kahn fleiri ferðir millum luttakararnar. Virksemið var tó ikki bara í Lille, men eisini í Washington, og sambært blaðnum La Voix du Nord var Strauss-Kahn við í einum hugnatiltaki har frá 11. til 13. mai í fjør.

Dominique Strauss-Kahn varð tikin í New York tann 14. mai í fjør og skuldsettur fyri neyðtøkuroynd, men amerikanska ákæruvaldið slepti málinum tríggjar mánaðir seinni.