Strauss-Kahn aftur í Fraklandi

Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn kom í morgun aftur til París. Hetta er fyrstu ferð, at hann er heima í Fraklandi, síðani hann bleiv tikin í New York í mai og skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti einari kvinnu har. Fyri nøkrum vikum síðani tók ákæruvaldið málið aftur, og tí fekk Strauss-Kahn frítt at fara.

Undan skuldsetingini um kynsligan ágang bleiv Dominique Strauss-Kahn mettur at hava góðar møguleikar at gerast valevni hjá sosialistunum til franska forsetavalið, sum verður næsta ár. Aftan á skuldsetingina legði tann sosialistiska leiðslan sjógv ímillum flokkin og Strauss-Kahn, og tí er tað ógreitt, hvønn lut hann møguliga kann fáa í valstríðnum.

Hinvegin er greitt, at tvey rættarmál bíða eftir Strauss-Kahn. Annað er í New York, har kvinnan, sum skuldsetti hann fyri ágang ímóti sær, hevur latið rættinum eirr krav um endurgjald. Hitt málið er í París, har ein fronsk kvinna hevur skuldsett hann fyri neyðtøkuroynd fyri níggju árum síðani.