Allan januar mánaða í ár var veitingarskipið »Straukur« í norskum sjógvi. Tað var norska oljufelagið Saga Petrol sum leigaði skipið í sambandi við tettin av einum oljuholið, sum Saga Petrol helst fer at venda aftur til seinni.
Men í mai mánað í ár sær út til at »Straukur« fer at fáa meiri bundna uppgávu, tá veitingarskipið fer í Ermasund at gera biologiskar kanningar fyri trý feløg í Onglandi og Hálandi.
Bíðar í Klaksvík
Sum skilst á Hjørleifi Rasmussen, ein av eigarunum, er ikki nógv at gera júst nú hjá veitingarskipinum, sum liggur í Klaksvík.
Í síðsta mánað var »Straukur« í Havn, har »pelatrekkið« var kannað á Tórshavnar Skipasmiðu.
Keyptur í 96
»Straukur« varð keyptur úr Íslandi í 1996, har skipið av fyrstan tíð var vitaskip og undir toskastríðnum var tað meiri at kalla verjuskip hjá íslendsku stjórnini. Seinastu tvey árini, áðrenn klaksvíkingar keyptu skipið var tað so veitingarskip.
Veitingarskipið »Straukur« er 40 metrar langt, og felagið í Klaksvík keypti skipið frá íslendingum fyri knappar 2 mió. kr.