Strategisk brúgv við Kherson farin í knús

Enn eru fleiri túsund russiskir hermenn staddir vestaru megin Dnipro-ánna við Kherson, men nú brúgvin er farin í knús, liggur lagnan hjá russisku hermonnunum í óvissu.

 

Sambært Reuters er ein strategisk týdningarmikil brúgv um ánna Dnipro við Kherson í Ukraina farin í knús. Talan er um brúnna, Antonovskyj.

 

Tíðindini eru ikki váttað av almennum keldum.

 

Brúgvin er hin einasta, sum gongur tvørtur um stóru Dnipto-ánna við býin, Kherson.

 

Tað er ikki alment kent, hví brúgvin er farin í knús.

 

Brúgvin hevur stóran týdning í royndini at fáa russisku herdeildirnar, sum eru staddar vestaru megin Dnipro, eysturum aftur.

 

Fyri tveimum døgum síðan boðaði russiski verjumálaráðharrin frá, at russisku herdeildirnar vestaru megin Dnipro skuldu taka seg aftur eftir áhaldandi ukrainsk álop.

 

Her eru fleiri túsund russiskir hermenn, sum bíða eftir at sleppa tvørtur um Dnipro-ánna.

 

Útlendskir miðlar hava sagt, at hermenninir mest sum verjuleysir bíða eftir at sleppa eystur um ánna, og óvist er, hvør lagnan hjá teimum verður.

 

Tað eru serfrøðingar innan krígsførslu, sum vænta, at russisku hermenninir neyvan fara at fáa eina góða viðferð, um teir ikki verða tiknir til fanga av ukrainum. 

 

Ukrainar stúra á hinari síðuni fyri, at sleppa hermenninir yvirum aftur ánna, kunnu teir taka bardagan ímóti ukrainsku deildunum uppaftur aðrastaðni.

 

Í morgun sigur russiska verjumálaráðið í einari útsøgn, at afturtøkan av russisku deildunum vestaru megin Dnipro-ánna er fullførd.

 

- Í morgun fullførdu vit afturtøkuna um Dnipro, og eingin russiskur hernaðarútbúnaður liggur eftir á vestursíðuni, veit tíðindastovan AFP at siga.

 

Sambært tíðindastovuni er henda útsøgn ikki váttað av øðrum keldum.