?Hetta er ein av teimum heilt stóru og týðandi spurningunum, sum løgtingslimir hava verið upptiknir av í eina tíð.? ?Fantastiskt.? ?Tí meðan skriftin stendur á vegginum, og almennu Føroyar nærkast teirri búskaparligu tromini, fer tíðin í Tinginum til mál, ið mugu metast at vera lutfallsliga smá.? ?Í veruleikanum fyriheldur ein stórur partur av politisku skipanini seg als ikki til, at ovurstórir trupulleikar skulu loysast í landi okkara. Støðan í Føroyum er álvarslig.? ?Stígur í búskapinum og negativur fólkavøkstur er størsta einstaka hóttanin móti Føroyum í dag. ? ?Hóttanin kann enda við, at Føroyar dovna vinnuliga og sosialt, og at tey ungu og framfýsnu rýma ella lata vera við at búseta seg her.? ?Uttan vøkstur í búskapinum og í fólkatalinum gongur bara ein veg – og tað er beint niðureftir!? ?Europastrategi uttan strategi?Tí er tað so ómetaliga umráðandi, at Føroyar fáa besta samband við Europasamveldið, og at føroyskar fyritøkur fáa bestu atgongd til europeiska marknaðin.? ?Okkara fyritøkur skulu føla seg tryggar og fáa nýggjar møguleikar at tjena pengar heim til Føroya.? ?Klingandi mønt.? ?Av somu orsøk er eisini avgerandi, at Landsstýrið rekur ein europapolitikk, sum er visionerur og framfýsin.? ?Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum hevur lagt fyri Tingið eitt uppskot um nýggjan europapolitikk fyri Føroyar – eitt uppskot uttan visión og møguleika fyri framdrift.? ?Uppskotið var fyri í Løgtinginum hósdagin, og undir orðaskiftinum kundi man staðfesta, at europapolitikkurin, sum ABC-samgongan ætlar at reka frameftir, er farin av sporinum, longu áðrenn hann er settur í verk.? ?Ongin idé. Ongin framdrift. Ongin stevna. Onki mál. Ongi krøv. Ongir møguleikar. ? ?Bara forðingar.? ?Ongastaðni í uppskotinum verður hædd tikin fyri, at vit hava ein akuttan tørv á búskaparvøkstri og fólkavøkstri – og at vit m.a. fáa hesa effektina innan fyri ES-garðin.? ?Dokumentið um europapolitikk er harumframt gjøgnumsúrgað av heimføðisligari, misskiltari nationalismu, sum køvir alt framfýsnið og avbyrgir okkara land. ? ?Tvær skallutar linjur?Sjálvt uppskotið til samtyktar telur tvær linjur. ? ?Har stendur: ”Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir samráðingar við ES um tættari samstarv á økjum, har tað mett verður at tæna landsins áhugamálum best”.? ?Hvat merkir hesin setningur? ? ?Jú, hann merkir, at landsstýrismaðurin nú fær loyvi til at gera akkurát tað, sum honum lystir í hesum týðandi máli. ? ?”Ger sum frægast og kom aftur við onkrum! Ger bara okkurt!” ? ?Man trýr, at hetta er skemt.? ?Onki lært av EFTA-málinum?Man skuldi trúð, at ABC-samgongan hevur lært okkurt av teirri fullkomiliga miseydnaðu royndini at fáa EFTA-limaskap.? ?Í trý samfull ár rann fráfarni landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum aftan á tí doyggjandi felagsskapinum EFTA. ? ?Í grundini hevur hann fylgt hesum líkinum í trý ár. ? ?Hóast føroyingar fingu at vita, at EFTA var lykilin til ES-marknaðin, so vildi EFTA kortini ikki hava nakað við Føroyar at gera. ? ?Hvat hevur man lært av hesum? Onki.? ?Tí nú skal núverandi landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum knipsa við fingrunum – so fer Europasamveldið at bjóða Føroyum í tollsamgongu við sær.? ?Og hetta er ikki hissini samgonga – hon skal burturbeina handilsforðingar og taka allan ES-toll burtur av føroyskum fiskaútflutningi. Og Føroyar skulu onki lata afturfyri.? ?Man fær líkasum eitt fornemmilsi av, at man situr á einari a la carte-matstovu í Brússel. Man velur sær akkurát tað, man vil hava, úr ES-menuini. Púra ókeypis. Og tíverri eisini púra burturvið. ? ?Hetta er frí fantasi úr Uttanríkisráðnum.? ?Nei til mest upplagda ES-politikkin?Uppskotið um nýggjan europapolitikk nevnir ikki við einum einasta orðið møguleikan at tingast við Europasamveldið um treytirnar fyri at sleppa inn um ES-garðin. At vinna Føroyum eitt veruligt pláss í Europa.? ?Ísland er júst nú í samráðingum við ES um treytir fyri at sleppa innum, og um Landsstýrið ikki tekur sær um reiggj nú, so kunnu vit enda í einari støðu, har íslendingar fáa fyrimunirnar innan fyri ES. Tá útkonkurera teir okkara fiskiídnað.? ?Tað er so upplagt, at Føroyar brúka Ríkisfelagsskapin sum eitt slag av lopfjøl inn á ES-marknaðin – upp um garðin.? ?Ríkisfelagsskapurin er ein hollur viðspælari hjá Føroyum, og tað er sunn fornuft at samstarva við ES-landið Danmark, eisini á hesum øki. ? ?Í felag kunnu landsstýrið og stjórnin finna útav, hvørjar ítøkiligar treytir eru fyri at sleppa inn um garðin. Og um tað ber til at fáa rímiligar sømdir.??Men so leingi, sum ABC-landsstýrið rekur europapolitikk við proppum í oyrunum og bindi fyri eygunum, ja so hendir absolutt onki. ? ?Vit fáa ongan nevniverdan búskaparvøkstur men økta fráflyting.? ?Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum eigur at taka aftur uppskotið til europapolitikk. ? ?Man má krevja, at eitt minimum av heimaarbeiði verður gjørt.