Strasbourg: Nú eru fimm fólk deyð

Álopið á jólamarknaðin hevur kravt fimm mannalív

Franskir myndugleikar boða í kvøld frá, at ein fimti persónur nú er deyður eftir álopið á jólamarknaðin í Strasbourg í farnu viku.

Ein 36 ára gamal maður brúkti skotvápn og knív, tá ið hann leyp á fólk á kenda jólamarknaðinum í Strasbourg, og trý fólk lótu í fyrsta umfari lív. Upp undir vikuskiftið doyði tann fjórði persónurin av løstum, og í dag er tann fimti persónurin deyður.

Løgreglan drap hósdagin ein 29 ára gamlan mann, sum løgreglan sigur framdi álopið.

Løgreglan kendi álopsmannin, sum hevði framt fleiri kriminellar gerðir í Fraklandi, Týsklandi, Sveis og Luksemborg.