Strangari ES-krøv til vulkaniseraðu dekkini

Síðan tey vulkaniseraðu dekkini av fyrstan tíð komu á marknaðin, hava tað verið deildar meiningar um slitstyrkina og kvalitetin sum heild, og tað av góðum grundum. Ógvuliga ymiskt hevur verið sum arbeiði við sjálvari vulkaniseringini hevur verið, og í hvørjum standi dekkini eru, tá slitbanin verður lagdur á

 

Magnus Gunnarsson:




Síðan tey vulkaniseraðu dekkini av fyrstan tíð komu á marknaðin, hava tað verið deildar meiningar um slitstyrkina og kvalitetin sum heild, og tað av góðum grundum. Ógvuliga ymiskt hevur verið sum arbeiði við sjálvari vulkaniseringini hevur verið, og í hvørjum standi dekkini eru, tá slitbanin verður lagdur á



Merkingin verður lógarkrav

Framleiðarar av vulkaniseraðum dekkum í Danmark hava í mong ár merkt síni dekk við Dansk Standard (DS-2168), sum tó ongantíð hevur verið eitt lógarkrav. Sum tann fyrsta fyritøkan í Danmark, og ein av teimum fyrstu í Evropa, eru vulkaniseraðu dekkini hjá Tobøl Dæk A/S nú góðkend eftir nýggju ES reglugerðunum, ECE R-109.

Stjórin og eigarin av Tobøl Dæk A/S, Erik N. Rasmussen, sigur, at teir í fjør góvust við DS-2168 merkingini, tí hann væntar, at ES um stutta tíð fer at seta ECE reglugerðirnar í gildi. Persónbiladekk skulu merkjast við R-108, og dekk til lastbilar og bussar við R-109. Hesar merkingar verða væntandi eitt lógarkrav.


Upp til 1 mill. km.

Danskir myndugleikar hava higartil sett lutfalsliga fá krøv til vulkaniseraðu dekkini. Hetta er at undrast yvir, tá man hugsar um, hvussu stóran týdning dekkini hava fyri koyrieginleikarnar á bilunum og trygdina í ferðsluni. Nýggju reglugerðirnar seta nógv størri krøv til góðskustýringina undir framleiðsluni av vulkaniseraðu dekkunum, ið nú skulu royndarkoyrast á sama hátt sum nýggj dekk. Vit kunnu vænta, at tey vulkaniseraðu dekkini framyvir verða av hægri góðsku. Til dømis eru nýggj kvalitetsdekk til lastbilar og bussar gjørd til at kunna koyra upp til eina millión kilometrar, um tey verða vulkaniserað eftir at dekkmynstrið er niðurslitið. Hetta er sjálvandi treytað av, at lufttrýstið hevur verið tað rætta, og dekkini eru væl viðfarin í aðrar mátar.


Fleiri mugu gevast

Erik N. Rasmussen frá Tobøl Dæk, ið eisini er formaður fyri ?Fabrikantforeningen for Regummierede Dæk?, sigur, at hetta fer at føra við sær, at fleiri danskir dekkframleiðarar verða noyddir at gevast, tí tað er ov kostnaðarmikið at leggja um til komandi strongu krøvini. Erik N. Rasmussen hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og vitjað sínar kundar, saman við Super Dekk Service, ið umboða Tobøl Dæk A/S í Føroyum.

Dekkfyritøkan bleiv stovnað í 1950 í Vejle. Í 1969 varð hon flutt til lítlu bygdina Tobøl, sum liggur nakað sunnan fyri høvuðsvegin millum Esbjerg og Kolding, har ein 4.000 fermetrar stór nútímans vulkaniseringsverksmiðja er í dag.