Strangari enn løgtingið loyvir

Høgni Hoydal fór út um sínar heimildir, tá hann gjørdi eina strangari kunngerð um fólkanøvn, enn løgtingið gav lógarheimild til. Tað sigur Joen H. Andreassen løgtingsins umboðsmaður, sum krevur, at landsstýrismaðurin broytir kunngerðina. Samstundis ger umboðsmaðurin greitt, at lítla Viktoria saktans kann eita Victoria

»Eftir mínari meting er landsstýrismaðurin farin út um sína heimild«.
Tað er kontanta niðurstøðan hjá løgtingsins umboðsmanni, Joen H. Andreassen, sum hevur viðgjørt eina kæru um uppkalling sambært navnalógini.
Landsstýrismaðurin er Høgni Hoydal, og málið hevur eina forsøgu í løgtinginum, sum áður hevur fingið fleiri politikarar at ressast við.
Ítøkiliga málið snýr seg um, at eini foreldur vilja uppkalla dóttrina eftir abbanum, sum æt Victor. Foreldrini biða serligu navnanevndina um loyvið, tí tey vilja brúka bókstavin »c«, ið ikki verður roknaður sum føroyskur.
Navnanevndin noktar teimum hetta við tilvísing til, at bara tá talan er um »beinleiðis uppkalling«, kann undantak vera givið frá regluni um, at nøvn skulu vera í samljóði við føroyskar málreglur. Navnanevndin sigur tað ikki vera beinleiðis uppkalling, tí abbin æt Victor og ikki Victoria.
Foreldrini kærdu avgerðina fyri løgmálaráðið, sum gav navnanevndini viðhald. Foreldrini vóru kortini vís í síni søk, og tí royndu tey løgtingsins umboðsmann, sum nú hevur kolldømt niðurstøðurnar hjá bæði navnanevndini og løgmálaráðnum.

Løgtingið linkaði
Forsøgan í málinum er politisk og gongur fyri seg í løgtinginum.
Í 1999 setti Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, eina nevnd at endurskoða løgtingslógina um fólkanøvn, ið varð hildin at vera ov avmarkandi. Nevndin læt álit frá sær, og við støði í hesum varð uppskot lagt fyri løgtingið.
Rættarnevndin býtti seg í tveir bólkar, og meirilutin varð meiri lagaligur í sínum tilmæli til løgtingið, enn landsstýrismaðurin ætlaði. Tá landsstýrismaðurin eftir aðru viðgerð í tinginum sá skriftina á vegginum, sum segði at løgtingið við greiðum meiriluta tók undir við lagaligu tonkunum hjá Rættarnevndini, tók hann uppskotið aftur.
Tað eydnaðist kortini trimum tingfólkum at leggja lagaligu sjónarmiðini fram sum eitt nýtt uppskot, og tað uppskotið samtykti løgtingið við greiðum meiriluta. 21 atkvøddu fyri og 9 ímóti.
Uppskotið hjá Høgna Hoydal hevði ta avmarking, at undantak ikki kundu gerast í sambandi við uppkalling, um navnið frammanundan fanst í føroyskum sniði. Løgtingið ynskti tó at ganga longri, soleiðis at hendan avmarking ikki bleiv tikin við í lógina.

Fólk í ættini
Sostatt samtykti løgtingið eina linking í mun til uppskotið hjá landsstýrismanninum.
Í høvuðsheitum svaraði uppskotið til tað, sum landsstýrismaðurin legði fram, tó við tí undantaki, at navnanevndin kann víkja frá regluni um føroyskar málreglur, tá uppkallað verður eftir fólki í ættini. Í somu vending varð álagt landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um undantøk í kunngerð.
Landsstýrismaðurin nýtti ta heimildina, sum løgtingið hevði givið honum, til at gera eina kunngerð. Tað gjørdi hann í ríkiligt mát, tí sambært løgtingsins umboðsmanni, fór hann út um heimildirnar í lógini. Høgni Hoydal skuldi kunngera, at undantøk kunnu gerast fyri at uppkalla eftir fólkum í ættini. Hesa heimild brúkti hann til at siga, at talan skal vera um »beinleiðis uppkalling«.
Victoria fall fyri hesi reglu, tí abbin æt sum kunnugt Victor og ikki Victoria. Hesum finst umboðsmaðurin harðliga at.
»Hvørki galdandi lóg, viðmerkingarnar ella upprunaliga uppskotið frá landsstýrismanninum nevna orðið beinleiðis í sambandi við uppkalling«, sigur løgtingsins umboðsmaður. »Um ætlanin hjá løgtingsmeirilutanum var at avmarka undantøkini til beinleiðis uppkalling, hevði tað ikki verið serliga tyngjandi at sett hesa avmarkingina inn í sjálvan lógartekstin,« leggur hann afturat.

Viktoria við c
Álvarsama niðurstøðan hjá løgtingsins umboðsmanni er, at landsstýrismaðurin er farin út um sínar heimildir, tá undantaksreglan verður skerd. Avgerðirnar hjá navnanevndini og løgmálaráðnum eru sostatt tiknar á skeivum grundarlagi, og umboðsmaðurin heitir á løgmálaráðið um taka málið til nýggja viðgerð.
Sostatt sleppur Viktoria helst at eita Victoria.
Uppaftur álvarsligari er tað, at umboðsmaðurin, soleiðis sum hann hevur heimild til, mælir landsstýrismanninum til at broyta kunngerðina soleiðis, at hon verður í samsvari við lógina. Hesa avgerð hevur hann samstundis boðað løgtinginum frá.