Vaktarhaldið til steypafinaluna á Tórsvølli verður strangt, og fólk fáa ongar fløskur við sær til dystin.
? Fólk sleppa als ikki at taka fløskur við sær til dystin, og tað kann gera tað saman um talan er um øl- ella sodavatnsfløskur, boðar grunnurin Tórsvøllur frá í skrivi.
Vanligt er, at nógv drukkin fólk eru at síggja á ólavsøku, men tey sleppa ikki til steypafinaluna. Vaktarhaldið skal forða fyri, at drukkin fólk verða til dystin.
Forsølan av atgongumerkjum gongur væl. Fyrrapartin í gjár vóru fleiri enn 1500 atgongumerki seld, og helst verður meginparturin av atgongumerkjunum seld áðrenn finaluna.
Partur av atgongumerkjunum verður seldur til ávís setur, meðan partur verður seldur til ávísar sektiónir, har tað so er frítt at velja sær setur.
Grunnurin Tórsvøllur roknar við, at tað øll 6000 plássini á Tórsvølli verða mannað, tá finalan verður bríkslað i gongd sunnudagin klokkan. 16.00