Í royndunum at forða eini nýggjari stórari bankakreppu roynir FSB – the Financial Stability Board – at fáa nýggjar reglur settar í verk fyri bankakervið. Tað skrivar BBC.
Mark Carney, sum er formaður í FSB og stjóri í bretska Tjóðbankanum, heldur, at tað er fullkomuliga órættvíst, at skattaborgararnir vórðu noyddir at bjarga bankunum eftir fíggjarkreppuna í 2008.
- Bankarnir, partaeigararnir og lánveitararnir høvdu fyrimunin, tá tað gekk væl. Men tá tað gekk galið, endaði rokningin hjá borgarunum og eftirkomarum teirra. Tað skal nú broytast, sigur Mark Carney.
Millum annað verður arbeitt við eini lóg, har tað – um talan verður um bankakrakk – verða lánveitararnir hjá bankanum, sum koma at eiga bankan – og skuldina hjá hesum. Eisini skulu herd krøv setast til solvensin hjá teimum bankum, sum eru somikið stórir, at tað er skaðiligt fyri alheims búskapin, um teir fara av knóranum. Tosað verður um, at hesir bankar skulu hava á leið 16 til 20% av samlaða fíggjarjavnanum í tøkum peningi. Einasti danski bankin, sum er á listanum yvir slíkar bankar, er Nordea.
Danska epn.dk skrivar, at bara í Danmark kostaði fíggjarkreppan í minsta lagi 400 mia kr. í niðurskriving og mistum produktiviteti.










