Stranga revsing fyri at smugla hassj

Maður og kvinna, sum bæði sigldu við Norrønu, tikin fyri at smugla hassj

Ein 21 ára gomul kvinna og ein 27 ára gamal maður vórðu í Føroya Rætti í ár dømd ávikavist fýra og tríggjar mánaðar fongsul.

 

Bæði sigldu við Norrönu, tá tey vórðu tikin 30. september. Tá høvdu tey 200 gramm av hassji uppi á sær.

 

Smuglingin fór fram á tann hátt, at tann 27 ára gamli maðurin keypti hassjið frá fosturpápa sínum, smuglaði tað umborð á Norrönu og læt 21 ára gomlu kvinnuni tað.

 

Hetta var triðju ferð, at tey bæði royndu at smugla hassj til Føroya.

 

Kvinnan seldi síðani hassjið í Føroyum fyri alt frá 90 krónum upp í 300 krónur fyri grammið til so nógvar sum 30 ymiskar persónar.

 

Hetta metti dómarin var skerpandi umstøður.

 

Hond var løgd á ymiskar lutir so sum pengar hjá manninum og eina hassjpípu hjá kvinnuni.