Strandingur hevði besta smsið hesaferð

Undirtøkan var aftur góð á hesum sinni

Lurtararnir vóru aftur sera aktivir á sms-skipanini hjá Rás2 í sendingini "Triði Hálvleikur", sum var á skránni 2. hvítusunnudag.

 

Hesaferð var tað ein lurtari av Strondum, ið hevði tað besta smsið, og vann tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland, sum verður spældur leygarkvøldið 13. juni klokkan 19.45.

 

Besta smsið varð soljóðandi: "Síðan pizzabarrin opnaði í Sundalagnum, er EB/Streymur farið frá toppinum til botnin."

 

Onnur góð sms vóru hesi: "Útiguðstænastan var meiri spennandi enn HB-ÍF."

"Man tað verða vatnpolo teir spæla í Streymnesi? Har spælir man bara uppí 8."

"Dómarin átti at spælt í GULUM, og dómarin átti at verið í REYÐUM."

"Eliesar stakk høvdið inn í eitt vespureiður, og fekk átta stikk."

"EB/Streymur hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul: After Eight."

"Tíðin rennur sum streymur í á, EB/Streymur og AB aftaná."

"(NSÍ´ari smsaði hetta) Eg má fara at keypa mær ein kikara, fyri at síggja niður til nummar tvey."

"Vi er gule og vi er sorte, og vi knuser hele lortet."

"NSÍ hevur í dag havt málmansvenjing við Margáir, har EB/Streymur ikki møtti upp."

"NSÍ fjeppari: Eg royndi at leggja eitt video av dystinum millum NSÍ og EB/Streym út á Youtube, men YouTube loyvir ikki neyðtøku. ;)."

"Trenar B36 í svimjihøllini? Teir duga væl at "diva"."

"Mytan hevur leingi verið tann, at KÍ bara vinnur í ringum veðri. Í dag er hetta so sanniliga broytt."

"Tað var øðiliga ironiskt, at bilurin hjá Klaksvikar Sløkkiliði stóð við Djúpumýru allan dystin."

"TB spæla bara ein hálvleik hvørja ferð, men allíkavæl klára hini ikki at vinna á okum heima! Gud náði hini liðini, tá TB fer at spæla allar 90 minuttirnar! Einaferð TB altíð TB!"