Ein dystur hevur verið leiktur í FTZ-deildini hjá monnum í kvøld. Dysturin var í høllini í Hoyvík, har H71 tók ímóti Stíf. Sostatt var talan um endurtøku av steypafinaluni, sum varð fyri gott og væl einum mánaða síðani, tá H71 sum kunnugt vann dystin.
Men í kvøld vóru tað strandingar, ið drógu tað longra stráðið. Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist, at Stíf vann dystin í Hoyvík 30-28 eftir hálvleiksstøðuna 11-13 til Stíf.
Men hóast sigurin, hevur Stíf ongan møguleika fyri at spæla seg í FM-finalurnar, har H71 helst kemur at vera annar parturin av FM-finalunum.
Fyri strandingar varð Sveinur Justinussen í kvøld toppskjútti. Hann skeyt átta mál, meðan Allan Norðberg skeyt sjey mál. Á liðnum hjá H71 var danski Peter Krogh toppskjútti við 10 málum.
H71 – Stíf 28-30 (11-13)