Meðan dysturin ímillum KÍF og VÍF av givnum orsøkum var sera spennandi, so var spenningurin minni undan dystinum í høllini á Hálsi í kvøld, har mansliðini hjá Neistanum og StÍF hittust. Liðini bæði høvdu so at siga onki at spæla fyri, men tó gjørdist talan um javnan dyst.
Tað vóru tó strandingar, ið høvdu yvirtakið. Bæði í hálvleikssteðginum, tá ið støðan var 14-12 til útiliðið, og eisini at enda. StÍF vann nevniliga dystin 25-23.
Úrslitið merkir, at StÍF á fimta plássi hevur 24 stig, meðan Neistin á sætta plássi hevur 16 stig.
Undan síðsta umfarinum í FTZ-deildini sunnudagin sær støðan soleiðis út.
1. H71 - 37 stig
2. VÍF - 30 stig
3. Kyndil - 29 stig
4. KÍF - 26 stig
5. StÍF - 24 stig
6. Neistin - 16 stig
7. Team Klaksvík - 0 stig
Kyndil hevur spælt allar sínar landskappingardystir, meðan hini liðini hava spælt 23 dystir - og mangla harvið ein.
Málskúttarnir í dystinum í høllini á Hálsi vóru hesir:
Neistin: Rói Berg Hansen 5, Teis Horn Rasmussen 4, Terji Mørk 4, Torkil Hentze 3, Rasmus Müller 3, Andras Joensen 2 og Herbjørn Lava 2.
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Pætur Johansen 6, Allan Norðberg 5, Jógvan G. Joensen 3, Borgar Persson 2 og Marius Joensen 2.










