Strendur
Strandingar verða dýrir í drift næsta ár.
Bygdaráðið hevur havt fíggjarætlanina fyri 2002 til viðgerðar og tað er greitt, at Sjóvar Kommuna ætlar sær at brúka nógv meiri pening næsta ár, enn hon plagar at brúka.
Samanlagt javnvigar fíggjarætlanin hjá Sjóvar Kommunu fyri komandi ár við 18.350.000 krónum og tað er næstan fýra milliónir meiri enn fíggjarlógin í ár javnvigar við.
Men fyri at fáa ráð til at hava so stóra nýtslu, hevur bygdaráðið eisini gjørt av at hækka skattaprosentið næsta ár eitt prosent, upp í 18%. Í løtuni er kommunuskatturin 17%.
Men afturfyri at taka við aðrari hondini, lorar Bygdaráðið eitt sindur aftur við hinari hondini, tí samstundis er tað greitt, at barnafrádrátturin hækkar 500 krónur næsta ár, upp í 3.000 krónur.
?Alt hetta, og so tað, at tað er meiri arbeiði, ger, at tað streymar so nógvur skattur inn í kommunukassan á Strondum, at bygdaráðið fekk at kalla øll síni ynski uppfylt fyri næsta ár, sigur Eivind Jacobsen, borgarstjóri á Strondum.
Stórar útbyggingar
Borgarstjórin á Strondum sigur, at nú bygdaráðið hevur lagt fíggjarætlan fyri komandi ár, er grundhugsanin, at borgarin er fegnari fyri at fáa nakað fyri pengarnar, heldur enn at sleppa eitt sindur bíligari í skatti.
?Vit halda, at tað er neyðugt, at Sjóvar Kommuna verður før fyri at veita borgarunum somu sømdir sum aðrar kommunur veita sínum borgarum, men tað fáa vit ikki gjørt við einum skattaprosenti, sum liggur eini trý prosent lægri enn tað hjá grannakommununum. Tí er aðaltátturin hjá okkum, at vit skulu hava kommununa upp á sama støði, sum aðrar kommunur eru á.
Kommunurnar rundanum okkum hava hægri skattaprosent enn vit og tí hava vit gjørt av hækka okkara skattaprosent eisini. Men hóast vit hava hækkað tað upp í 18%, er tað framvegis lægri enn flest aðra staðni.
Men Eivind Jacobsen leggur samstundis dent á, at borgararnir skulu fáa nakað fyri peningin, teir betala meiri í skatti komandi ár.
Sjóvar kommuna kann byggja út fyri 3,5 milliónir og tann kvotan verður brúkt til fulnar komandi ár.
Og meginparturin av tí verður brúkt til vælferðartænastur.
? Vit hava sett tvær milliónir av til barnagarð næsta ár og 500.000 til eldrasambýli. Harumframt skal ein millión brúkast til at bøta um kloakskipanina og vatnveitingina.
Borgarstjórin sigur, at ætlanin er bæði at byrja uppá eldrasambýlið og barnagarðin komandi ár.
Talan er um eitt eldrasambýli til eini 10 fólk.
Barnagarðurin verður væl størri.
?Vit ætla at gera ein barnagarð sum tekur eini 60 børn. Men vit hava frammaundan eina vælvirkandi dagrøkt, so væntandi vera tað ikki meiri enn eini 20-40 børn í barnagarðinum í fyrstu syftu. Men vit ætla avgjørt, at børnini í dagrøkt eisini skulu kunna brúka spælistovur og aðrar hentleikar í barnagarðinum.
Bygdaráðið fer nú undir at fyrireika at byggja báðar stovnarnar, at útvega grundstykki, tekningar, neyðug loyvi o.s.fr.
Raksturin hækkar 40%
Samstundis, sum íløgurnar hækka munandi, er tað eisini greitt, at raksturin hjá kommununi hækkar eini 40% næsta ár.
Men orsøkin til tað, er, at Bygdaráðið ætlar at asfaltera at kalla allar vegirnar í kommununi og tað kostar einar tvær milliónir.
Eivind Jacobsen sigur, at Sjóvar Kommuna er væl fyri nú. Kommunan skyldar ikki eitt oyra men eigur sjey milliónir á bók.
? Tað gevur okkum eitt gott grundstøðið at standa á, nú vit av álvara fara at byggja kommununa út, sigur hann.
Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð í bygdaráðnum afturat, men hon er longu viðgjørd so nágreinliga, at borgarstjórin væntar, at tað verður ikki annað enn ein avgreiðsluspurningur.