Við einum tryggum sigri á Neistanum hevur StÍF tryggjað sær silvurmerkini í ár. Heimaliðið megnaði at halda fast um leiðsluna, og StÍF hevði tamarhald á støðuni allatíðina
Hondbóltur
Stefan í Skorini
Við Kyndli í hølunum skuldi StÍF vinna fyri at kenna seg tryggan í at fáa silvurmerkini. Nú Kyndil snávaði móti VÍF, kundi StÍF ogna sær silvurmerkini við einum sigri.
StÍF legði beinanvegin sjógv ímillum seg og Neistan. Tá tíggju minuttir vóru farnir var heimaliðið fýra mál frammanfyri, og munurin minkaði ongantíð eftir hetta. Heldur útbygdi StÍF leiðsluna við enn fleiri málum.
Serliga vandamikil var Artur Johansen, sum gjørdi ikki færri enn níggju mál. Hann er eisini toppskjútti hjá StÍF samanlagt í ár, og hann hevur verið virðismikil í fleiri dystum, so var eisini sunnudagin í høllini á Skála.
Neistin misti við hesum ósigrinum møguleikan at vinna bronsuna, sum teir mugu síggja Kyndil fara avstað við.
Seinasti dysturin hjá StÍF verður ímóti VÍF, og tá skulu strandingar vísa, at teir ætla sær at bjóða avaftur næsta kappingarár. Neistin skal tá taka ímóti Kyndli í týdningarleysari grannauppgerð.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 9, Costin Dumitrescu 7, Alexandur Johansen 6, Marius Joensen 6, Janus Trúgvason 2, Jón Rasmussen 1
Neistin: Rani Slættanes 6, Áki Mørk 5, Jacob Jónsson 4, Jákup Sverri Kass 4, Rune Møller 3, Ári Rouch 3, Ragnar Zachariasen 2, Kári Mortensen 1
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 3, Neistin 4
Dómarar: Geir Wardum og Carsten Andersen