Strandingar smekkaðu til

Hóast VÍF-menninir skulu vera avbjóðarar til Neistan og KÍF, fingu teir eitt skot fyri bógvin í gjár, tá unga StÍF-liðið vann við fimm málum

Jóannes Prestá gjørdist við níggju málum størsti málslúkurin hjá strandingum, tá teir seinnapartin í gjár gjørdu bart í Vestmanna og vunnu á VÍF, og hann stóð fyri helvtini av málunum avgerandi løtuna tað síðsta korterið, tá StÍF gjørdi av við VÍF. Ikki tí, at tað hava teir í StÍF roynt fyrr, men hetta kappingarárið hevur líkasum ligið í kortunum, at VÍF taldist millum tey frægastu og StÍF bara bygdi upp. Frá byrjan og inn í hálvan seinna hálvleik fylgdust liðini, men so fór StÍF framum og megnaði at vinna við fimm málum.
Eftir aftur í ár at vera fyrsta liðið, ið mátti lúta fyri Team Klaks­vík, hevur H71 fótað sær væl og vunn­ið tveir teir síðstu dystirnar. Leygardagin var Kyndil á vitjan í Hoyvíks­høllini, men hóast gestirnir mitt í seinna hálvleiki togaðu seg framum, kláraðu teir ikki at halda fast, men máttu lúta, tí H71 vann við fýra málum og fekk sostatt bestu hugsandi upptaktina til 40 ára veitsluna hjá felagnum seinni um kvøldið.

Umbýttir leiklutir
Hóast nógv hevur verið at hoyrt um ta beru neyð og elendigheit hjá fleiri av kvinnuliðunum, er talan fyri tað nógva um dystir, ið ikki avspegla hetta meira enn neyðugt. Í onkrum dystum er eitt sindur av muni á, og í onkrum førum eru tað vinnararnir undanfarin ár, sum eru tapararnir í ár, men tað er nú ikki eitt fullkomuliga ókent fyribrigdi.
Mest spennandi dysturin var í høllini á Hálsi í Havn, har Kyndil tók ímóti Stjørnuni. Her fór Stjørnan framum mitt í fyrra hálvleiki og var fýra mál frammanfyri í steðg­inum, og hóast Kyndil royndi at fáa fatur í klaksvíkskvinnum í seinna hálvleiki, eydnaðist tað bara næstan – og tá skoraði Stjørnan enn­tá sítt seinasta mál í dystinum fimm minuttir fyri tíð!
Tjaldur, sum seinnu árini hevur vunnið bæði føroyameistaraheiti og steypakapping, er ein skuggi av sær sjálvum, og túrurin í Vági í gjár gav enn eitt tap, tí VB vann við 10 málum. Serliga eftir steðgin var munur á, tí VB var bara tvey mál á odda eftir fyrra hálvleik, men beinan­vegin í seinna hálvleiki slapp VB sær langt framum og helt fast.
Eisini í Vestmanna bleiv alt av­gjørt eftir steðgin, tí í hálvleikinum var VÍF bara á odda við trimum málum ímóti StÍF, men endaði við at vinna við 11 málum, sum veruliga var ein staðfesting av, hvat av lið­unum var tað betra.