Eftir ósigurin í steypafinaluni ímóti Kyndli leygardagin, skulu strandingar reisa seg aftur. Teir fáa í kvøld vitjan av H71, sum rættiliga hevur bitið frá sær í endaspælinum. Í løtuni liggur STÍF á triðja plássi í landskappingini, eitt stig eftir oddaliðini Neistan og VÍF. Skal sambandið við oddin varðveitast, skulu strandingar vinna dystin ímóti H71 í kvøld.
Fyri H71 ræður um at halda fast um góða spælið, liðið hevur víst seinastu vikurnar. H71 liggur í løtuni fýra stig eftir oddaliðini, og vinna hoyvíkingar á Skála í kvøld, so hevur H71 bráddliga samband við oddin í føroysku landskappingini.
Neistan skal vinna
Neistin fær í kvøld vitjan av Tjaldrinum í høllini á Hálsi. Skal Neistin framhaldandi vera við í kappingini um gullkrónurnar í landskappingini í ár, so er kravið ein sigur ímóti botnliðnum úr Runavík
Neistin hevur havt eitt misjavnt endaspæl. Teir taptu heldur óvæntað ímóti H71, meðan teir vunnu tepran sigur á KÍF. Neistin er favorittur undan dystinum, og hava stórskjúttarnir, Áki Mørk og Morgan Knezevic, ein góðan dag, burdu Neistamenn fingið fulla úrtøku úr dystinum í kvøld.
Tjaldursmenn hava bert leikt ein dyst í endaspælinum. Teir taptu ímóti KÍF, og tískil fingu runavíkingar ikki bestu byrjanina á endaspælið. Tjaldur hevur í løtuni trý stig, og skal tað eydnast teimum at fáa samband við hini liðini, so skal keðiliga gongdin vendast.
Seinast Tjaldur vitjaði Neistin var um reppi, at teir fóru avstað við øllum stigunum. Skal tað eydnast Tjaldrinum at fáa stig í kvøld, so er nógv treytað av, hvussu toppskjúttin í landskappingini, Dragisa Stojovic, fer at standa seg.
Grannauppger í Vestmanna
Eins og hitt oddaliðið, Neistin, hevur gingið misjavnt hjá VÍF í endaspælinum. Teir vunnu á Kyndli, men máttu óvæntað lúta fyri hoyvíkingum næst seinasta leygardag.
VÍF hevur verið nógv darvað av skaðum í endaspælinum, so breiddin á liðnum hevur rættiliga sloppið at staðið sína roynd. Undan dystinum í kvøld er VÍF favorittur, og fyri at framhaldandi at kunna kalla seg oddalið, er kravið ein sigur á kollfirðingum í kvøld.
KÍF liggur í løtuni í miðjuni í 1.deild, og skal liðið fáa samband við fremstu liðini, so skulu kollfirðingar vinna dystin í kvøld. Hóast tað kann tykjast ein trupul uppgáva, so hevur KÍF víst í ár, at liðið kann arga oddaliðini. Eins og í hinum dystunum, mugu kollfirðingar lýta á jugoslavarnar, Damir Oros og Mirko Milenkvic, gera ein vørr í kvøld.