Ein dystur er spældur í Hvonndeildini í kvøld. Hann varð spældur á Skála, har nummar fýra og fimm í deildini, StÍF og Skála, hittust.
Tað var ikki tað nógva at spæla um, tí at hvørki av liðunum eru nær námind nøkrum finalu- ella medaljuplássi. Tískil fánar spenningurin í dystunum hjá teimum liðum, ið ikki hava slíkt at spæla fyri, samstundis sum ongin niðurflyting er.
Eitt stig skilti liðini undan dystinum, men hesin stigamunurin varð øktur til trý stig eftir kvøldsins dyst. StÍF vann dystin 26-23 eftir hálvleiksstøðuna 16-9.
Úrslitið merkir, at StÍF er nummar fýra í deildini við 12 stigum, meðan Stjørnan er nummar fimm við níggju stigum. Stjørnan hevur bert ein dyst eftir at spæla í hesum kappingarárinum, og kann tískil ikki yvirhála StÍF.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
StÍF: Fríðrún Olsen 12, Guðrið Poulsen 6, Ingibjørg S. Kass 2, Birna Tummasardóttir 2, Rebekka Justinussen 1, Erla Petersen 1, Poula D. Berg 1 og Paula B. Høgnesen 1.
Stjørnan: Tóra Eliasen 13, Hervør Olsen 4, Marta Beljic 4, Kristina Poulsen 1 og Edith Hansen 1.










