Hóast vestmenningar hava eitt av mest sigursvandu mansliðunum í landinum, so merkir tað ikki, at sigrarnir koma eins lætt allastaðni.
Hjá verandi manningini man Ítróttarhøllin á Skála vera eitt av støðunum, sum teimum dámar ringast at spæla á. Og úrslitini tala eisini fyri seg í so máta. Hóast VÍF til tíðir hevur verið at kalla einaráðandi í bestu mansdeildini, so hava júst strandingarnir verið teimum sera boysnir. Bæði í Vestmanna og á Skála. Og ikki minst í steypakappingini, kundi hóskandi verið lagt afturat.
Júst tað faktum, at liðini bæði um eina viku skulu dystast í steypafinalu, man eisini geva dystinum sunnudagin eina eyka dimensión at kalla. Tað skerst tó ikki burtur, at tað her og nú er landskappingin, sum telur. Og her hevur hvørgin parturin ráð at missa. StÍF er í løtuni aftast av teimum fýra liðunum, sum stríðast um finalusessirnar. Men við einum sigri á VÍF kunnu teir av álvara opna hetta stríðið aftur. Vestmenningar eru í løtuni á øðrum plássi. Men munurin niður til Kyndil er bara tvey stig, og tí kann fyrimunurin skjótt hvørva.
Hinir báðir dystirnir um vikuskiftið eru av slagnum, har greiðir favoritt-leiklutir eru. Botnliðið, Neistin, tekur ímóti oddaliðnum, H71, leygardagin. Og sunnudagin er tað so Kyndil, sum eigur heimavøll á Hálsi, tá teir taka ímóti KÍF.








