Strandingar møguleika at hevna steypafinaluna

VÍF hevur tapt seinastu tveir dystirnar, og skulu reisa ímóti hoyvíkingum, um teir framvegis ætla sær at hótta strandingar

STÍF far sunnudagin vitjan av Kyndil í høllini á Skála. Strandingar liggja í løtuni á odda í landskappingini, men teir møta einum sera væl leikandi Kyndilsliði.

Havnarliðið hevur seinastu vikurnar víst stórspæl, og vinna teir á Skála sunnudagin, eru teir brádliga við í kappingini um gullkrónurnar í landskappingini. Henda støða var óhugsandi fyri nøkrum vikum síðan, men steypasigurin á júst STÌF tykist hava givið Kyndli eitt skump.

Strandingar høvdu frí seinasta vikuskiftið, men í seinasta dysti teirra vístu teir stórspæl ímóti vestmenninginum. Finna teir tað spælið fram aftur, verður tað rættiliga torført hjá Kyndilsmonnum at koppa strandingum.

Tá liðini møttust í grundspælinum á Skála, vundu STÍF úr Kyndli, men síðan tann dystin er nógv broytt. Ikki ber til at geva nøkrum liðið favoritt leiklutin, tí dysturin er heilt opin.

VÍF skal reisa seg
Tað hevur gingið sera illa í hond hjá vestmenningum seinastu vikurnar. Teir hava tapt fyri bæði STÍF og Kyndli, og eru í løtuni tvey stig eftir oddaliðið STÌF. Skulu teir framvegis hótta strandingar er neyðugt við einum sigri á H71 í Vestmanna sunnudagin.

Eftir rokdystin ímóti Kyndli seinasta vikuskiftið, hava vestmenningar valt at sekta Piti Negru við leikbanni restina av kappingarárinum, og hann verður tí ikki at síggja á liðnum hjá VÍF sunnudagin.

Hóast laku úrtøkuna hjá vestmenningum seinastu dystirnar, so hevur stórskjúttin, Áki Olsen, rættiliga bitið frá sær. Hann hevur verið nógv darvaður av skaða alt kappingarárið, men hann tykist rættiliga at komin fyri seg aftur.

Seinast VÍF og H71 spældu, vunnu hoyvíkingar rættiliga óvænta. Hoyvíkingar skulu hava ein av sínum heilt góðu døgum, um ein endurtøka av tí sigrinum skal gerast veruleiki. Spælið hjá H71 tykist at vera sera svingandi, men eingin kann taka frá teimum, at teir hava havt eitt gott endaspæl við fleiri óvæntaðum úrslitum.

Seinasti dysturin hjá monnum hetta vikuskiftið verður í Havn millum Neistin og KÍF. Bæði liðini hava havt eitt sera misjavnt endaspæl. Neistin lá óvænta í oddinum, tá farið varð undir endaspælið, men teir hava ikki víst somu taktir í endaspælinum sum í grundspælinum.

Seinast liðini brustu saman, vann Neistin tepurt við einum máli. Neistin má vera lítil favorittur undan dystinum, men misjøvnu úrslitini í endaspælinum gera, at kollfirðingar væl kunnu arga heimaliðið.


Toppdysturin hetta vikuskiftið er á Skála, har oddaliðið STÌF og Kyndil bresta saman. Góði spælið hjá Kyndli í løtuni ger,at dysturin er við opin.