Til tess at betra um ferðslutrygdina eftir Strandavegnum, er nú hámarksferð sett á eitt petti av hesum vegastrekki.
Úr Sjóvar kommunu verður sagt, at bæði børn og vaksin skulu tvørtur um henda vegin á hvørjum degi.
Eftir ynski frá foreldrum, ið búgva á Byrgi og frá virkinum Varðhorn Seafood, hava kommunan og Landsverk tí gjørt av, at ferðin skal lækkast.
Hámarksferðin er nú 60 km/t.










