Í Elektron deildini hjá kvinnum spæla Kyndil og StÍF í høllini á Hálsi. Tað er toppur, sum tekur móti botni. Kyndil hevur fingið fimm stig í trimum teimum fyrstu dystunum, meðan StÍF framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar.
Somu liðini møtast hjá monnum. Her er meiri ájavnt millum liðini. StÍF hevur tvey stig á 4. plássi, meðan Kyndil hevur fýra stig á 3. plássi. Kyndil vísti framúr hondbóltsspæl í Kollafirði sunnudagin og vunnu á favorittunum úr KÍF.
Triði dysturin er í Klaksvík, har Team Klaksvík tekur móti FM finalistinum frá í fjør, H71. Team Klaksvík hevur einki stig fingið enn, hóast tað var nær við móti Neistanum. H71 hevur bara fingið tvey stig higartil, men hevur spælt ein dyst færri enn øll hini liðini, ið hava spælt tríggjar dystir.
Atlantic Airways deildin:
Kyndil – StÍF (16.00)
Team Klaksvík – H71 (18.00)
Elektron deildin:
Kyndil – StÍF (14.30)