Strandingar hóma finaluplássið

StÍF heldur framvegis fast í vónini um pláss í FM-finaluni. Í dag settu teir Neistan upp á pláss

 

 

StÍF hevur nú fimm stig upp til eina møguliga FM-finalu. Hartil hava strandingar spælt ein dyst færri enn KÍF, sum er nummar tvey.

 

Tað varð staðfestingin eftir dystirnar í dag. StÍF visti, at KÍF hevði tapt í Hoyvík, og tí vistu teir eisini, at teir við einum sigri á Neistanum veruliga kundu leggja trýst á í kapprenningini um finalupláss.

 

Fyri steðgin var tó lítið, sum bendi á, at talan skuldi verða um greiðan útisigur. Tað gekk nevnliga sera javnt fyri seg, og tað var eisini Neistin, sum var á odda, tá farið varð til hálvleiks.

 

Eftir steðgin kom av álvara vend. StÍF streyk avstað, og tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, vóru gestirnir framman fyri við átta málum. Eftir hetta ráddi bara um at koyra sigurin heim, og tað gjørdu strandingar uttan stórvegis hóvasták.

 

Besti málskjútti hjá Neistanum í dag var Jugoslav Djumic. Hann skeyt fimm mál. Allan Norðberg skeyt átta mál fyri StÍF.

 

Neistin-StÍF 20-28 (11-10)