Strandingar er væl fyri

Aftur hesa ferð gjørdist Cristian Preda nógv um seg, og alt bendir á, at StÍF veruliga hevur fingið fatur á einum stórskjútta, sum kann føra liðið heilt langt.

Men tað var tó ikki fyrr enn í seinasta korterinum av dystinum, at munur veruliga kom í. Fram til tá høvdu hoyvíkingar veruliga hingið fast í mótstøðuni, men miðskeiðis í seinna hálvleiki fór StÍF frá 17-16 til 24-17, og so var eingin vegur aftur hjá H71.

Preda skoraði annars heili 16 av málunum hjá StÍF, meðan Poul Kjartan Dam við 7 málum varð besti málskjúttin hjá H71.

 

StÍF-H71 28-22 (13-13)